Frakland og Niðurlond hava framvegis fult stigatal í millumumfarinum.
Í EM-millumbólki 1 í Debrechen í Ungarn vann Frakland 30-25 (12-9) á Rumenia.
Chloe Valentini var toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum. Bianca Bazaliu var toppskjútti hjá Rumenia við seks málum.
Í sama millumbólki vann Svøríki fyrr í dag 33-25 (17-15) á Póllandi.
Í EM-millumbólki 2 í Wien í Eysturríki vunnu Niðurlond 26-22 (14-10) á Slovenia.
Antje Malestein var toppskjútti hjá Niðurlondum við seks málum. Tjasa Stanko var toppskjútti hjá Slovenia við sjey málum.
Fyrr í dag vann Týskland stórsigur 36-27 (18-14) á Sveis, ið fær tað torført at vinna nakað stig í millumumfarinum.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Frakland og Rumenia:
##med2##
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Niðurlond og Slovenia:
##med3##