VIDEO: Georgia skrivaði fótbóltssøgu

(Video) Fyri fyrstu ferð í søguni hevur Georgia vunnið seg til EM-endaspælið í fótbólti

Mynd: Ritzau Scanpix

Í Georgia er fólkaveitsla, og fagnaðurin fær ongan enda.

 

Georgia hevur á fyrsta sinni nakrantíð vunnið seg til EM-endaspælið í fótbólti.

 

Georgia spældi Nations League Play Off finalu móti Grikkalandi í Tblisi um rættin at kappast í EM-endaspælinum í Týsklandi í summar.

 

Aftaná 120 minuttirs spæl var støðan framvegis javnleikur 0-0, og so var neyðugt við brotssparkskapping.

 

Giorgi Mamardashvili gjørdist stóra hetjan hjá Georgia við at bjarga tveimum brotsspørkum hjá Grikkalandi. Grikkaland skoraði bert upp á tvey av fýra brotsspørkum, meðan Georgia setti fýra av fimm í neti, og so kundi tann helst størsta veitslan í Georgia nakrantíð byrja.

 

##med2##

 

Georgia er í innleiðandi bólki F saman við Portugal, Kekkia og Turkalandi.

 

Fyri Grikkaland er talan um mest vanlukkuliga tapið síðani 0-1 og 1-2 tapini fyri Føroyum í 2014 og í 2015. Grikkaland hevur ikki vunnið seg til eitt EM-endaspæl síðani 2012. 

 

UEFA loyvir ikki hæddarpunktum á YouTube, men har sæst fagnaðurin frá tí, at Nika Kvekveskiri hevur sett avgerandi brotsparkið í netið fyri Georgia. Rørandi at síggja so ektaða gleði:

 

##med3##

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Giorgi Mamardashvili gjørdist stóra hetjan hjá Georgia við at bjarga tveimum brotsspørkum hjá Grikkalandi