VIDEO: Noreg vann á Danmark í EM-millumbólki 1

(Video) Her er ein samandráttur hjá Eurohandball frá dystinum Danmark-Noreg 24-27 (12-13)

Mynd: Scanpix

Norðurlendskur stórfundur var í EM-millumbólki 2 í kvøld.

 

Í Wien eydnaðist tað Noregi at vinna 27-24 á Danmark. Noreg var á odda 13-12 í steðginum.

 

Andrea Aagot Hansen var toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Toppskjúttar hjá Noregi við fimm málum hvør vóru Kristine Breistøl og Henny Reistad.

 

Fyrr í dag vunnu Niðurlond í sama bólki 26-22 (14-10) á Slovenia, og Týskland vann stórsigur 36-27 (18-14) á Sveis.

 

Aftaná tvey umfør hava Niðurlond og Noreg fýra stig hvør. Danmark og Týskland hava tvey stig hvør. Slovenia og Sveis eru aftast við ongum stigi.

 

Leygardagin er skráin: Sveis-Slovenia (klokkan 14.30), Danmark-Týskland (klokkan 17), og Noreg-Niðurlond (klokkan 19.30).

 

HER er samandrátturin hjá Eurohandball frá dystinum millum Danmark og Noreg:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Scanpix