VIDEO: Soleiðis helt liðið hjá Mikkjali fast í triðja plássinum

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum AIK Stockholm-Elfsborg 2-1 (1-0)

Á heimavølli á Strawberry Arena leikvøllinum eydnaðist tað seinnapartin liðnum hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm at vinna 2-1 á Elfsborg í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Tað vóru bert farin 62 sekund av dystinum, so hevði Ioannis Pittas lagt AIK á odda 1-0 aftaná hornaspark.

 

Dino Besirovic økti til 2-0 í 68. minutti við einum framúr góðum skoti. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Elfsborg um munin við brotssparki, men AIK megnaði at halda tætt tað sum eftir var av dystinum, og vann ein sera týdningarmiklan sigur.

 

AIK hevur 51 stig á triðja plássinum, tvey færri enn Hammarby. Fremst er Malmö FF við 58 stigum.

 

HER sæst ein samandráttur frá dystinum. Stuttligt er at síggja upptøkurnar av Mikkjali, tá hann fegnast um 2-0 málið: 

 

##med2##