Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í FC Fredericia, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini at reisa seg aftaná 1-6 stórtapið fyri Silkeborg í fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini.
Í kvøld helt Mattias málið reint, tá Fredericia í seinnu hálvfinaluni vann 2-0 á Silkeborg. Tað bleiv tó ein samlaður 6-3 hálvfinalusigur til Silkeborg.
Men talan var ein góðan ítróttarligan og moralskan sigur til Mattias og liðfelagarnir á heimavølli frammanfyri 2.179 áskoðarum.
FC Fredericia-Silkeborg IF 2-0 (2-0)
1-0 Frederik Carstensen (7.)
2-0 Frederik Carstensen (26.)
HER ber til at síggja málini frá seinnu hálvfinaluni millum Fredericia og Silkeborg.