VIDEO: Ungarn hevur vunnið seg í EM-hálvfinalurnar

(Video) Síggj ein samandrátt frá EM-dystinum Ungarn-Rumenia 37-29 (20-15)

Ungarn verður annað liðið úr EM-millumbólki 1, ið vinnur seg í EM-hálvfinalurnar.

 

Ungarn vann í dag frammanfyri stórari heimafjøld í Debrechen greiðan 37-29 sigur á Rumenia. Í steðginum var Ungarn á odda 20-15. Katrin Klujber var toppskjútti hjá Ungarn við 10 málum.

 

Fyrr í dag vann Montenegro 30-28 (14-14) á Póllandi.

 

Ungarn er oddalið við átta stigum. Fraklandi sum spælir móti Svøríki í skrivandi løtu er næstfremst við seks stigum. 

 

Montenegro hevur fýra stig, meðan Rumenia og Svøríki hava tvey stig hvør. Pólland er aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Svøríki má vinna á Fraklandi fyri at hava ein møguleika at vinna seg í hálvfinalurnar.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum Ungarn-Rumenia 37-29 (20-15):

 

##med2##