Meðan samráðingar eru millum Grimsby Town og Víking um Géza Dávid Turi, so hevur Víkingur longt sáttmála við ein annan spælara, ið eisini hevur havt eyguni eftir útlandinum.
Tað er 26 ára gamli høgri bakkurin, Ari Olsen. Hann hevur gjørt sáttmála fyri 2025. Hetta verður sætta árið hjá honum í Víkingi. Hann hevur fyrr havt harða kapping um plássið á høgra bakki við Bárð J. Hansen og Sigar á Brúnni, men nú eigur fyrrverandi Skála spælarin plássið.
- Stinni høgri bakkurin, sum longu hevur verið ljósabláur í fimm ár, hevur valt at leingja við einum ári. Hóast Ari bert er 26 ára gamal, so nærkast hann 200 dystum í Betri deildini, so talan er um ein royndan spælara, skrivar Víkingur.
Ari Olsen hevur í nøkrum førum verið og royndarvant uttanlands. Millum annað í Íslandi og í Danmark.