Vil hava greiðu á Mobilepay loysn til Føroyar

Tingmaður vil vita, um føroyingar í næstum kunnu fáa tænastur sum Mobilepay at brúka í Føroyum

Tað er Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sum hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnumálum ein grein 52a spurning um málið.

Spurningurin frá løgtingsmanninum er soljóðandi:

1. Veit landsstýrismaðurin, um Mobilepay ella ein líknandi loysn er ávegis til Føroyar?

2. Eru nakrar løgligar forðingar fyri, at Mobilepay ella ein líknandi loysn kemur til Føroyar?

3. Eru aðrar forðingar fyri at ein slík loysn kemur til Føroyar?

4. Kunnu føroyskir útisetar brúka Mobilepay við føroyskari bankakontu í dag?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Steffan Klein Poulsen á, at Mobilepay er blivin ein integreraður partur av gerandisdegnum hjá dønum.

– Teir kunnu lættliga flyta pengar við appini. Ja líka so lætt sum tað er at senda eitt sms. Og pengarnir koma fram eftir nøkur fá sekund. Hetta ger gerandisdagin hjá dønum munandi lættari. Serliga hjá privatfólki og smærri vinnurekandi, vísir løgtingsmaðurin á.

– Fyri at seta tað inn í ein føroyskan samanhang, so vildi ein slík loysn millum annað lætt nógv um hesar støðurnar: tá innandura tímin skal gjaldast av 8-10 spælarum. Tá ein skal keypa okkurt frá einum sølubási á marknaðardegi. Tá vinabólkurin skal rinda fyri matin á matstovuni og so framvegis, vísir hann á.

Hann sigur, at tann 18. november 2016 kundi lesast í grein á in.fo, at BankNordik (nú Føroya Banki) fór uppí samstarv við Mobilepay.

– Hetta bleiv tó av ongum. Tann 29. september 2021 hoyrast tíðindi í Kringvarpi Føroya um, at føroyskir útisetar, sum brúka Mobilepay, ikki kunnu gera hetta longur við føroyskari bankakontu.

– Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur, sigur Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður hjá Miðflokkinum.