Vil tú vera bankaeigari?

Ja, hvør vil ikki tað ? Tí er tað so heppið, at vit øll eiga í Bank Nordik.

 

Samgongan, sum nú hevur lagt beinini, vildi fegin selja landsins lut í Bank Nordik. Bank Nordik er tann størsti bankin í Føroyum og landi eigur ein triðing - Vit eiga øll hendan triðingin. Um hetta verður selt, so skapar tað eitt upphópað virði í eina tíð. Kanska vit kunnu keypa eitt nýtt skip til SSL fyri tað, men yvir tíð hvørvur hetta virði á sama hátt sum teir tveir triðingarnir, sum longu eru seldir burtur úr ognini.

 

Bank Nordik hevur verið uttanfyri landoddarnar, - danskar og grønlendskar deildir. Tær donsku deildirnar blivu seldar, og avgjørt var at luta hetta út sum vinningsbýti. Neyvan eigur hvør einasti føroyingur partabrøv í Bank Nordik, men í og við at landið eigur 35%, so fáa vit øll ágóðan av hesum. Á sama hátt kunnu vit fáa ágóða, tá rentan hækkar.  

 

Ein norskur íleggjari eigur 12% av Bank Nordik, og helst er hann eisini vælnøgdur.

 

Bank Nordik er á keypsskálanum, og harvið kann einhvør ogna sær ein part. Keypsskálar eru ein háttur at demokratisera fíggjarmarknaðin, og geva møguleika fyri at fyritøkur kunnu gerast enn størri, og tryggjar at fleiri hava áhuga í at tað gongur fyritøkuni væl.

 

Bankasøgan í Føroyum, eins og nógva aðrastaðni, hevur tíðum víst, at meðan eigararnir fáa vinningin í undanvindi, verður skattaborgarin spentur fyri vanlukkurnar, tá tær við millumbilum koma á okkum. Besta dømi um hetta hendi fyri júst 30 árum síðan.

 

Tí vil eg saman við Tjóðveldi arbeiða fyri, at Føroyar áhaldandi eru størsti partaeigari í Bank Nordik. Vit Føroyingar hava mestan áhuga í, at okkara fíggjarkervi kann tæna okkum sjálvum. Tað er ósannlíkt, at ein norskur partaeigari t.d. hevur okkara áhugamál ovast á sínum raðfestingarlista.

 

Set X við E

 

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard,

 

valevni fyri Tjóðveldi