Vil vita hvat verður gjørt við fostrini

Jenis av Rana vil hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, hvat verður gjørt við fostrini, sum verða tikin við fosturtøku

Tað gera hann í einum grein 52a fyrispurningi til Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Spurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum fyri fostrinum, frá tí løtu, lívstráðurin er kvettur, og til aktuella fosturtøkan er endað?

Í viðmerking til spurningin vísir Jenis av Rana á, at flestu sjúkrahús í grannalondum okkara hava skipaðar mannagongdir fyri, hvat verður gjørt við tey fostur, sum verða tikin við fosturtøku. 

– Hesar mannagongdir eru ymiskar eftir aldrinum, fostrið hevði, tá fosturtøkan varð framd, men tær eru eisini ymiskar frá sjúkrahúsi til sjúkrahús, sigur hann.

– Dentur tykist verður lagdur á virðiliga viðferð av og virðing og tign fyri deyða barninum - og fyri ynski foreldranna.

Hann sigur, at landsstýriskvinnan verður biðin um at greiða frá, um slíkar mannagongdir eru á føroysku sjúkrahúsunum, og hvussu hesar eru, um hesar mannagongdir t.d. eru ymiskar eftir aldrinum hjá fostrinum, og um føroysk foreldur fáa fostur útflýggjaði til sjálvi at fáa hesi jarðaði, um biðið verður um tað.

Og síðani vísir hann á tvey dømi um skipaðar mannagongdir hjá donskum sjúkrahúsum ljóða soleiðis:

1: ”forældrene kan vælge at få det døde foster udleveret og selv sørge for begravelse. Men det kan være svært for mange forældre, og derfor bliver langt de fleste aborterede fostre sendt ud af Universitetshospitalet som biologisk affald.”

2: ”Forældrene kan selv vælge, om det aborterede foster skal nedgraves af hospitalet på en kirkegård, om de selv vil forestå en begravelse eller bisættelse, eller om de ønsker, at fostret skal bortskaffes som medicinsk affald.”