Beinir Johannesen spyr landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum um málið í einum grein 52a fyrispurningi, har hann spyr soleiðis:
1. Hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út summarið 2025 innan miðnáms-, yrkis- og hægri útbúgvingar?
Í viðmerking til fyrispurnignin sigur Beinir Johannesen, at tað seinastu tíðina hevur verið nógv ljós varpað á lestrarumhvørvið í Føroyum, tá kjak hevur verið um, at ung fara av landinum at nema sær útbúgving.
– Vit hava í Føroyum nógvar skúlar, ið bjóða útbúgvingar av alskyns slagi. Tær eru av ymsum slagi, og venda sær bæði til tann privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Tó kann tað altíð gerast betri í einari roynd at fáa útbúgvingar, ið bæði venda sær til eftirspurningin hjá arbeiðsmarknaðinum og teim lesandi, sigur Beinir Johannesen.
– Tí kundi verið nærliggjandi at hugt at teimum útbúgvingum, vit hava í dag, og gjørt okkum greitt, um tær í nóg stóran mun nøkta tann eftirspurning, vit hava í dag, sigur hann.
– Nú er fíggjarlógin samtykt, og greitt er, hvør játtanin er hjá teim ymsu skúlunum. Fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út í summar, verður hesin fyrispurningur