Vilja  føroyingar  hava ”fría fosturtøku”?

Í KVF tíðindum tann 9. januar, varð sagt, at ”meir enn helmingurin av føroyingum tekur undir við forsturtøku”.

Hesi tíðindi, sum vórðu endurtikin fleiri ferðir gjøgnum dagin og vikuna, tøku støði í eini spurnarkanning, sum ”spyr.fo” hevði gjørt fyri KVF.

 

Sagt var m.a. frá, at góð 54 % av teim spurdut taka undir við, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12 viku av viðgongutíðini” – ella sagt á annan hátt, at meir enn helmingurin av føroyingum taka undir við fríari forsturtøku.

 

MEN er tað nú verunleikin?

 

Verður hugt nærri eftir kanningini, so vóru bert 500 fólk spurd og av teim vóru tað 54%, ið vóru fyri ”fríari fosturtøku” – tvs, at sambært nevndu kannning vóru tað 270 føroyingar, ið tóku undir við ”fríari fosturtøku”. Her kann nevnast, at talið av teim, ið høvdu valrætt 2022 var áleið 39.000

 

Tí tykist mær, at tað er at taka munnin ov fullan, ja, beinleiðis villleiðandi at siga, ”at meiri enn helmingurin av føroyingum taka undir við fríari fosturtøku”.

 

Hví ikki lata spurningin um ”frían fosturtøku” fara út til fólkaatkvøðu? Tá fæst at vita, hvør støða føroyinga er í hesum álvarsmáli.

 

 

 

Tordur J. Niclasen