27. apríl skipar Treysti, saman við Norðoya Sparikassa, fyri Silvarenning á rennibreytini, og leygardagin 4. mai verður hálvmaraton og stuðulsrenning í 5 kilometrum. Peningurin, sum kemur inn frá stuðulsrenningini, fer óskerdur til Parasport Føroyar, sum er við til menna framerunning í Føroyum.
Treysti eggjar øllum at koma til lætta venjing á rennibreytini hósdagin 25. apríl og 2. mai. Ein upplagdur máti at vera virkin, saman og hugbundin, sum er endamálið við tiltakinum Virkið vár.
Melda til her: Silvarenning 2024
Melda til her: Stuðulsrenning og hálvmaraton
Blíðskapur um allan býin
Hálvmaraton ávirkar atkomuna til miðbýin, tí verða fólk eggjaði at koma til gongu.
Umframt handilslívið í býnum, lata fleiri dyrnar upp leygardagin 4. mai. Eitt nú politistøðin, brandstøðin, Nólsoyar Pálshúsið og bókasavnið. Stóra talvborðið í Vágstúni er eisini opið. Nærri skrá um onnur tilboð hendan dagin kemur í komandi viku.
Seinasta freist at boða frá tiltaki til Virkið vár skránna er í dag, fríggjadag 19. apríl.