– Vit hava rakt eitt ísfjall

Tilverugrundarlagið er togað undan, og gistingarvinnan í Føroyum er í løtuni í fríum falli. Fólk eru farin at avlýsa gistingar í Føroyum, og í løtuni er so at siga einki virksemi, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia

- Vit hava rakt eitt ísfjall, og vit vita ikki, hvat umfangið av hesum er enn.

Soleiðis sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia og nýggja Hotel Brandan, sum eftir ætlan skuldi lata upp fyrst í mei mánaða.

Covid-19 kreppan er av álvara farin at gera um seg í ferðavinnuni, og støðan hjá Hotel Hafnia er álvarsom í løtuni.

– Eg kann siga so mikið nógv, at eksistensgrundarlagið hjá okkum er fullkomiliga forsvunnið. Støðan verður lýst nokk so væl av veðrinum beint nú. Vit eru komin í ein storm, tað eru 100 metrar um sekundið, og vit mugu bara royna at standa á beinunum. Hetta fer at sláa ordiliga hart. Eingin ivi um tað.

Pætur Trónd Thomsen greiðir frá, at Hotel Hafnia hevur havt tann besta januar og tann besta februar mánaðin nakrantíð, men nú er støðan brádliga vend á høvdið. Fyri einum mánaði síðani var støðan so góð, at Hotel Hafnia leitaði eftir nýggjum starvsfólki, tí tørvur var á tí. Nú eru kortini bókingar broyttar til avlýsingar.

– Beint nú koma avlýsingarnar allatíð. Vit mugu bara taka hetta dag fyri dag.

– Avlýsingarnar blíva við at koma. Vit kenna ikki umfangið av hesum enn, og tað er loypandi, meðan støðan verður spískað til. Komandi tíðina eru vit steðgað fullkomiliga upp, og vit mugu bara taka tað dag fyri dag fyri at síggja, nær tað verður betri. Tingini skulu nokk koma upp at koyra aftur, men eg trúgvi ikki, at tað verður um tvær vikur. Tað verður ein løta, áðrenn tingini koyra aftur.

Støðan ger seg inn á starvsfólkahópin, ásannar Pætur Trónd Thomsen, sum fyri einum mánaði síðani leitaði eftir nýggjum starvsfólki.

– Nú standa vit knappliga í mótsettari støðu, mugu vit ásanna. Vit hava sent fyrstu fólkini í feriu, og vit hava verið noydd at siga farvæl við nøkur fá. Nú mugu vit síggja, hvat fer at henda, men fleiri verða send í feriu, og summi mugu sendast heim í eina løtu, meðan vit bíða eftir, at tingini koma upp at koyra aftur.

Pætur Trónd Thomsen leggur tó aftrat, at eingin í føstum starvi er sendur heim, og hann vónar, at hjálparpakkin hjá landsstýrinum fer at tryggja, at hetta eisini verður óneyðugt.

– Men sum støðan er nú, so hava vit einki virksemi. So einkult er tað, sigur Pætur Trónd Thomsen.

Smyril Line, sum eigur og rekur Hotel Hafnia, hevur seinastu tíðina eisini verið í ferð við at byggja nýggja Hotel Brandan, har Pætur Trónd Thomsen eisini er stjóri. Tá spurdur um, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri nýggja hotelbyggjaríið, svarar Pætur Trónd Thomsen, at tað fær hann í løtuni ikki svarað uppá.

Landsstýrið boðaði í gjár frá, at ein fíggjarligur hjálparpakki er í ger, sum skal skal forða fyri, at óneyðuga nógv starvsfólk verða send til húsar orsakað av corona-kreppuni. Pætur Trónd Thomsen metir, at hjálparpakkin kann hjálpa einstaklinginum, men sum fyritøka fær Hotel Hafnia ikki stórvegis burtur úr pakkanum. 

– Hjálparpakkin hjálpir einstaklingum, og hann hjálpir nøkunlunda. Men eg vildi mett, at upphæddin er ov lá at tryggja fólki eitt hampiligt livistøði. Hjá okkum sum fyritøka hjálpir pakkin ikki nakað serligt.

Ein partur av hjálparpakkanum er, at MVG-gjaldið verður útskotið frá 10. mei til 24. august. Hetta ger kortini ikki stórvegis mun á botnlinjuni hjá Hotel Hafnia.

– Hetta ger onga mun. Tað er bara at útskjóta trupulleikarnar. Her mugu heilt áðrir bóltar á vøllin, skal hetta hjálpa fyritøkum. At útskjóta MVG'ið er ein stuttskygd loysn. Eg trúgvi kortini, at tað fer at koma av sær sjálvum, at har koma onnur hjálpartiltøk. Men akkurát MVG'ið hjálpir ikki nakað serligt.