– Vit arbeiða við eini loysn, soleiðis at tað framvegis fer at bera til at selja vanliga blýfría bensinið, oktan 95.
Tað sigur Gunnar Nielsen, stjóri í oljufelagnum Effo.
Áhugafelagið hjá teimum, sum eiga ellisakfør í Føroyum, Føroya Ellisakfør, hevur í skrivi til oljufeløgini víst á trupulleikan av, at oljufeløgini í framtíðin bara fara at selja nýggja og meira umhvørvisvinarliga bensinið E10, sum ellisakør ikki kunnu brúka.
Flestu ellisakfør kunnu heldur ikki brúka vanliga blýfría bensinið, sum fæst í Føroyum, men við at seta blýggjtilsetning til, so ber til at brúka tað. Tað verður gjørt á tann hátt, at fyri hvønn litur av bensini, tú koyrir í tangan, so fer ein millilitur av blýggjtilsetningi.
##med2##
Gunnar Nielsen sigur, at oljufeløgini arbeiða við eini loysn. Men tað verður ikki soleiðis, at tað fer at bera til at keypa gamla bensinið á øllum bensinstøðunum kring landið, sigur hann.
– Men tað verður ein loysn við, at vit fara selja gamla bensinið á onkrum av goymslum okkara, sigur hann.
– Vit viðurkenna, at hetta er eitt afturstig fyri ellisakførini. Men hendan broytingin er neyðug, nú vit leggja um til meira umvhvørvisvinarliga brennievnið, sigur Gunnar Nielsen.
– Hann vissar tó um, at ellisakførini ikki verða slept upp á fjall. Vit koma við eini loysn, sigur hann.