Flestu vanligu útreiðslurnar eru eksploderaðar seinastu árini, matprísir, ólja og rentur eru dýrkaðar munandi. Hetta merkist væl hjá borgarum í kommununi, ikki bara hjá teimum lágløntu og lesandi. Eisini fólk við miðalinttøkum hava í hesum døgum eitt ávíst stríð við at fáa lønarkrónurnar at røkka um mánaðarskiftið.
Tað verður ofta borið fram at kommunan hevur ikki ráð at lækka skattin, men eg vil tvíhalda um, at um vit raðfesta rætt, so hava vit ráð at lækka kommunuskattin komandi valskeið.
Nakrar avbjóðingar eru sjálvandi í hesum, m.a. hevur býráði seinastu árini tikið lán og bara rentan av hesum lánunum kundi havt fíggja ein skattalætta.
Hetta kemst av at verandi kommunstýrið, eftir mínum tykkið ikki hevur raðfest heilt rætt. Onkur av heilt stóru íløgunum ið eru gjørdar, t.d. innkomuvegurin, kundi væl havt bíða nøkur ár. Men hetta er so gjørt og kemur rentu og lánsbyrðan av hesum, at gera tað truplari hjá komandi býráðssamgongu.
Nógvar stórar íløgur eru eisini fyri framman, t.d. skal nýtt stórt heim til okkara eldru byggjast í Hoyvík. Hetta ellis og røktarheimið skal sjálvandi byggjast og onnur umráðandi mál eru eisini sum skula raðfestast. T.d. meini eg at tað er alneyðugt, at samstundis sum vit varðveita kjarnutænastur og minka um íbðuðarneyðina, so skulu vit tora at hækka játtanina til viðlíkahald av bygningum, vegum og kloakkskipanum, serliga kloakkøkið hevur verið niðurpint í nógv ár. Meini fyri vist at í 80’inum brúkti kommunan munandi meira pengar á kloakkøkinum, til ein tá munandi minni bý - Tað ljóðar og luktar ikki heilt gott. Vit skula sjálvsagt vera varin við rakstri og íløgum, men samstundis skula vit duga og tora at gera skilagóðar íløgur og raðfestingar.
Hóast hesar avbjóðingar, so eri eg tó fullvísir í, at kommunan komandi valskeið, bæði kann og skal, fremja eina stigvísa lækking av kommunuskattinum. T.d. við at so hvørt lánsbyrðan minkar, kundi lægri rentuútreiðslurnar hjá kommununi, komið fólkinum til góðar og verið lætnar út sum skattalætti.
- Hetta vildi í øllum førum verið nakað, sum hevði gjørt mun hjá vanliga borgaranum.
Brandur í Dali