Vit ynskja eina nýggja deild á Heilsuskúlanum norðanfyri

Fyri seks árum síðani skrivaði táverandi forkvinna í Heilsurøktarafelagnum lesarabræv við áheitan til avvarðandi myndugleika um at útbúgva fleiri heilsurøktarar.

Síðan tá hevur felagið arbeitt miðvíst fyri eini øktari upptøku av heilsurøktaralesandi. Í ár skuldi tað so vera fyrstu ferð, at tveir heilsurøktaraflokkar skuldu byrja á Heilsuskúla Føroya, ein í januar og ein í august. Men hvat hendi? Tá ið freistin at søkja var farin, vóru einans fimm umsóknir komnar inn, og tí verður eingin nýggjur flokkur av heilsurøktaralesandi, nú summarfrítíðin er av.

Tí meti eg, at nú er tíð upp á, at flyta útbúgvingina nærri teimum fólkunum, sum ynskja at útbúgva seg til heilsurøktara. Eins og skotið verður upp í bóklinginum “Í góðum hondum”, um avbjóðingar og uppskot til loysnir í sambandi við starvsfólkatørvin á vælferðarøkinum: “Skotið verður upp at stovna eina nýggja deild á Heilsuskúlanum norðanfyri – helst í tilknýti til eitt annað útbúgvingarstað. Deildin skal fakliga vera ein partur av Heilsuskúla Føroya. Hetta ger útbúgvingina atkomiligari fyri tilkomin, sum hava hús og yngri børn, tí tey ikki nýtast at flyta, fyri at fara undir útbúgving. Harafturat hevði tað verið lættari at eggjað ungum lesandi at fara á Heilsuskúla, tí at ung hava lyndi til at savnast, har onnur ung eru. Á henda hátt hevði tilgongdin til heilsuútbúgvingarnar – og við henni starvsfólkatalið – verið økt”.  

Endurgivna brotið er at finna á síðu 12 í nevnda bóklingi, sum var ein frágreiðing frá einum tvørgeiraligum arbeiðsbólki, sum táverandi landsstýri setti, fyri at koma við boðum upp á, hvat kann gerast fyri at tryggja vælferðartænasturnar frameftir. 

 

Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum