Volvo sleppur máli um bara at selja elbilar í 2030

Nýggj marknaðarviðurskifti - eitt nú broytt krøv frá kundunum - fáa Volvo at laga væntanirnar til søluna av elbilum.

Bilframleiðarin Volvo hevur verið rættiliga dugnaligur at vísa málið hjá fyritøkuni um bert at vilja selja elbilar frá 2030. Men tað tykist ikki vera heilt so.

Í dag boðaði Volvo frá, at tey skrúva eitt sindur upp á væntanirnar til framtíðina og á tann hátt ger pláss fyri, at sølan eisini partvíst skal vera plug-in hybridbilar tá.

Avgerðin kemst av, at marknaðurin fyri elbilar er broyttur, og at krøvini hjá viðskiftafólkunum hava gjørt tað sama, sæst út frá fráboðanini, uttan at nágreina tað nærri.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at marknaðurin fyri elbilar er minkaður eitt sindur, tí har mangla bíligir elbilar.

Harumframt hevur tað ikki verið nóg skjótt at fáa løðiinfrakervið uppá pláss. Hetta nevnir Volvo eisini í fráboðan síni.

 

/ritzau/