Xi Jinping skal á vitjan í Russlandi

- Ætlanir verða nú lagdar um eina vitjan hjá kinesiska forsetanum í Russlandi, sigur russiski sendimaðurin, Igor Morgulov

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, skal á vitjan í Russlandi í 2025.

 

Tað veit russiski sendimaðurin í Kina at siga, og tað er almenna russiska tíðindastovan Ria, sum ber hesi tíðindi.

 

- Ætlanir verða nú lagdar um eina vitjan hjá kinesiska forsetanum í Russlandi, sigur sendimaðurin, Igor Morgulov.

 

Reuters hevur í morgun biðið kinesiska uttanríkisráðið um viðmerkingar, men hevur ikki fingið upplýsingarnar um vitjanina váttaðar.