140 eru nú staðfest deyð í floymi í Spania

Reuters veit í dag at siga, at nú eru 140 fólk staðfest deyð í ringasta floymi í Spania í fleiri áratíggjur

 

Í vikuni hava vit hoyrt um herviligt regn, illveður og toruveður í Spania.

 

Tað er serliga landnyrðingsparturin av Spania, sum hevur verið raktur av ógvusligum floymi.

 

Í gjár varð sagt, at 62 fólk vóru staðfest deyð í Valencia-regiónini, men at fleiri framvegis vóru saknað.

 

Nú tølini eru dagførd, er talið av deyðum meira enn tvífaldað.

 

Reuters veit í dag at siga, at nú eru 140 fólk staðfest deyð í ringasta floymi í Spania í fleiri áratíggjur.