Silja og Valur hava fult stigatal aftaná sjey umfør

Silja Arngrímsdóttir Müller slapp upp í part, tá Valur vann stórsigur á Stjörnuni

Silja Arngrímsdóttir Müller, ið kappast við Rakul S. Wardum og Anniku F. Petersen at verja føroyska málið roynir seg í toppliðnum, Vali í Íslandi.

 

Størra partin av tíðin verjir Hafdís Renötudóttir málið hjá Vali, men ígjár slapp Silja upp í part, tá Valur á heimavølli vann stórsigur 34-20 (16-10) á Stjörnuni.

 

Hafdís Renötudóttir hevði eitt bjargingarprosent upp á heili 56,3%. Silja bjargaði tríggjar av níggju málroyndum, og endaði á 33,3 %.

 

Valur er greitt oddalið í bestu íslendsku deildini við fullum poti, 14 stigum fyri sjey dystir. Fram er nummar tvey við níggju stigum. 

 

Komandi týskvøld spælir Valur dyst á útivølli móti ÍR.