50 metra hylur

Tað er í tøkum tíma at høvuðsstaðurin fær ein 50 metra svimjihyl.

Tá eg í 1981 fekk sæti í Tórshavnar býráð var eitt tað fyrsta málið at samtykkja at byggja svimjihylin. Eg segði at eg tók undir við uppskotinum, men gjørdi vart við at hylurin var ov lítil og at tað ikki var ov seint at broyta tekningarnar so vit kundu fáa ein 50 metra hyl. Hetta hevði havt stóran týdning fyri alt okkara ítróttarlív. Av teimum 13 býráðslimunum var tað bert Eliesar Arge sum tók undir við mær.

 

Eins og hetta hevði verið rætt í 1981 er hetta rætt at gera nú.

 

Zakarias Wang

 

##med2##