AB leigar aftur úr AB

1.deild menn: Argjamenn hava longt leigusáttmálan við danska málverja

Mynd: (AB)

​​​​​Argjamenn hava longt leigusáttmálan við danska málverjan, Jesper Sørensen. Hann bleiv í fjør leigaður úr danska fótbóltsfelagnum við somu stytting, AB.

 

- AB og AB hava gjørt nýggja avtalu. Danski málverjin, Jesper Sørensen, sum síðsta hálvárið hevur verið leigaður til okkum úr danska AB (Akademisk Boldklub), hevur skrivað undir nýggja leigusáttmála við Argja Bóltfelag. Nýggi leigusáttmálin er í fyrstu syftu galdandi til og við 30. juni 2025, skrivar AB.

 

AB lýsir Jesper Sørensen sum ein  stóran, sterkan og væl skúlaðan málverja, sum er væl fyri tekniskt. Bæði viðvíkjandi bjargingum, men eisini eginleikanum at sparka út og seta álop í gongd.

 

Tann 21 ára gamli danin er úr Esbjerg, har hann hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur. Komandi hálvárið verður hann tó aftur at síggja í málinum inni í Vika.

 

AB hevur eisini fingið tilgongd av 18 ára gamla Heðini Olsen, sum hevur spælt við FC Hoyvík. Hartil hevur felagið longt sáttmála við spælarar sum Martin í Stórustovu, Róa Olsen, Sørin Samuelsen, Rógva Skála, Jón Steingrímsson, Philip Sjóstein, Tóka Næss Rasmussen, Dánjal Danielsen, Gunnar Reynslág og Jóan Paula Tórsson.

 

Mynd: (AB)