Skeiklandi valskipanin gav Tjóðveldi býráðslimin, ið Framsókn átti at fingið

Vit hava nú fingið eina nýggja samgongu í Tórshavnar kommunu. Tá hendan grein varð skrivað, skuldi henda samgonga einans fevna um Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, ið fingu 53,8% av býráðslimunum, men bara 43,7% av atkvøðunum. Tí tóku teir Borgaralistan við í samgonguna fyri eisini at fáa meiriluta í atkvøðum og harvið munandi betri legitimitet.

Nýggja TJB-samgongan fær 52,3% av atkvøðunum og 61,5% av býráðslimunum. Henda stóra mun kann einhvør síggja órættvísið í, men tey flestu skilja helst ikki, hví henda skeikling ger seg galdandi.

 

Nógv fólk vita ikki, at Kommunurnar og Løgtingið ikki hava sama uppteljingarhátt. Kommunustýrini verða vald eftir “størsta býtingartali”, eisini nevnt “d’Hondt” (stundum eyknevnt “so dánt”). Løgtingið verður hinvegin valt eftir “størsta brøki”. (Tá vit framvegis høvdu valdømi, varð Løgtingið eisini upptalt eftir størsta býtingartali.)

 

Hendan skipan er ætlað at tæna størstu flokkunum og fyri at skaða minstu flokkarnar, á sama hátt sum t.d. skipanin við tinggátt er til fyri at tæna størstu flokkunum og skaða minstu flokkarnar. Báðar skipanir flyta umboð frá minstu flokkunum til størstu flokkarnar – eitt slag av “umvendum Robin Hood”, har tikið verður frá teimum veikastu og givið til tey sterkastu. (Summi grundgeva við at hetta er fyri at gera tað lættari at rokna, men tað hevur ikki verið satt, síðani fólk roknaðu við kúlurammu. Aðrar vanligar grundgevingar eru, at smáflokkar mugu haldast uttan fyri, tí teir gera politiska landslagið truplari, eru ov víðgongdir ella eru ov óstýriligir.)

 

Eg vil vísa hetta við einum einfaldgjørdum roknidømi. Um eitt kommunustýri hevur fimm limir og tveir listar stillar upp, kundi eitt hugsað úrslit verið: A: 85% og B 15%. Lutfalsliga vildi hetta givið býtið A: 4 og B 1 við brøkunum A: 4,25 og B: 0,75. Men uppgerðarhátturin við býtistølum gevur hetta úrslit:

 

A: /1= 85; /2 = 42,5; /3 = 28,3; /4 = 21,3; /5 = 17

B: /1 = 15

 

Tvs. at øll tey fimm størstu býtistølini hjá A eru størri enn tað fyrsta býtistalið hjá B. Hetta hóast brøkurin hjá B er 4 ferðir størri enn tann hjá A (75/25 = 4). So órættvís kann skipanin vera!

 

Man kann siga, at d’Hondt-uppteljingarhátturin fungerar sum ein “elastisk tinggátt”, ið tó ikki leggur seg fasta á eitt neyvt prosenttal.

 

##med2##

 

Bæði í Tórshavn, Klaksvík og Runavík vórðu atkvøður “fluttar”

 

Sigast skal beinan vegin, at einki kann gerast við ársins kommunuval. Hetta varð jú framt sambært kommunuvallógini og er sostatt púra lógligt. Øll kendu treytirnar, og longri er tann søgan ikki. Henda grein vísir tískil bert á ársins kommunuval sum eina “case” um hvussu skeiklandi kommunuvalsskipanin er, við tí endamáli at fáa broytt kommunuvalsskipanina til komandi val.

 

Eg havi sett atkvøðutølini fyri Tórshavnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu upp í eitt excel-ark, har eg vísi á, hvussu valini høvdu verið tald upp við størsta brøki. Eg havi tikið upprunatalvurnar frá kvf.fo/valurslit, síðani roknað býtitølini, harnæst limabýtið sambært størsta brøki (vald 2) og at enda brøkarnar (heiltøl + størstu brøkar).

 

Høvuðsniðurstøðurnar eru, at:

 

  • Í Tórshavnar kommunu átti Tjóðveldi at fingið 3 limir og Framsókn 1 – Tjóðveldi hevur fingið limin hjá Framsókn.
  • Í Klaksvíkar kommunu átti Fólkaflokkurin at fingið 4 limir og Javnaðarflokkurin 2 – Fólkaflokkurin hevur fingið annan limin hjá Javnaðarflokkinum.
  • Í Runavíkar kommunu átti Listi A av røttum at fingið 7 limir og Listi C 2 – Listi A hevur av fingið annan limin hjá Lista C.

 

 

 

Samanbering av Kommunuvallógini og Løgtingsvallógini

 

Paragraff 19, stykki 2 í Kommunuvallógini tilskilar hvussu løgtingsvalið skal gerast upp:

 

§ 19. Stk. 2. Fyrst skal verða avgjørt, hvussu nógv valevni skulu verða vald fyri hvønn valevnislista. Samlaða atkvøðutalið fyri hvønn valevnislista verður at býta við 1, 2, 3 o.s.fr., til hvørt atkvøðutalið er býtt við tali eins stórum og talið á sessum, sum avvarðandi valevnislisti kann hugsast at fáa í mesta lagi. Hægsta býtingartalið, sum soleiðis kemur fram, gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 1, næsthægsta býtingartalið gevur tí lista, sum fær tað í sín lut, rætt til lim nr. 2, og so framvegis, til talið á limum, ið valdir skulu verða, er býtt millum teir ymisku valevnislistarnar. Standa býtingartølini á jøvnum, skal lutakast fara fram; lutakastið verður tikið av formanni valnevndarinnar, meðan tey, ið hjástødd eru, síggja.

 

Paragraff 32 í Løgtingsvallógini tilskilar hvussu løgtingsvalið skal gerast upp:

 

§ 32. Uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður, hvør góðkendur listi hevur fingið tilsamans. Samlaða atkvøðutalið hjá øllum listum, sum hava fingið í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum, verður býtt við tingmannatalinum (33). Við hesum tali verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt, og við hesum roknihátti verður funnið, hvussu nógv umboð hvør flokkur hevur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið. Geva teir við býti framkomnu býtingarpartar tilsamans, tá ið brøkarnir verða tveittir burtur, ikki 33 tingumboð, verða teir størstu brøkirnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið (hátturin við størsta brøki). Standa atkvøður á jøvnum, ger lutakast av.

 

Mítt tilmæli vildi verið at broytt Kommunuvallógina, so hon samsvarar við Løgtingsvallógina hvat viðvíkur uppgerðarhátti. Hinvegin eigur ikki at innførast ein tilvildarlig valgátt.

 

Í hesum viðfangi er eisini áhugavert at spyrja, hví vit yvirhøvur skulu hava eina tinggátt til Løgtingið, tá hon allíkavæl loyvir flokkum við bert einum tinglimi sleppur á ting. Gevur tað nakra meining, at ein flokkur við 3,04 %’um av atkvøðunum sleppur inn, meðan ein flokkur við 3,02 %’unum at atkvøðunum ikki sleppur inn? Sum eg dugi at síggja tað er tað órættvísi uttan grundgeving. Tað er – enn einaferð – bert ein háttur hjá stóru flokkunum at fáa meiri vald. 

 

 

 

Vinarliga,

Sámal Matras Kristiansen,

samfelagsfrøðingur