Føroyska manslandsliðið kom í nátt vegin fram til Armenia, eftir at hava verið á ferð í 18 tímar. Ferðin byrjaði úr Vágum klokkan 8.20 til Kastrup. Her komu nakrir av útisetunum við og farið varð víðari til Frankfurt í Týsklandi.
Longsti túrurin var úr Frankfurt til Jerevan í Armenia. Flogtúrurin vardi í fýra tímar, og klokkan í Armenia er fýra tímar frammanfyri føroyska tíð. Klokkan var fýra um náttina lokala tíð, tá flogfarið lendi. Í morgun hava spælararnir sovið leingi – lokala tíð – og venjing er á skránni klokkan 19. Venjingin er á venjingarstøðini hjá armenska fótbóltssambandinum.
Tað hava verið nøkur smærri ivamál í hópinum undan fráferðini. Eitt av teimum er, at Adrian Justinussen hevur verið seingjarliggjandi við krími í eina tíð. Hann spældi millum annað dyst móti Hvidovre fríggjadagin 1. novembur, men kendi seg illa.
- Eg eri frískur og klárur, men eg havi verið sjúkur. Nú havi eg tað gott og gleði meg bara til dystin, sigur Adrian Justinussen til venjing í dag.
Tað er okkurt, sum bendir á, at Adrian Justinussen er ætlaður ein størri leiklut á liðnum, enn hjá undanfarna venjaranum.
- Eg eri altíð klárur og vóni at eg fái møguleikan. Tað er altíð keðiligt, tá ein venjari verður koyrdur, men eg eri til reiðar, um nýggi venjari hevur brúk fyri mær, sigur Adrian stutt og greitt.
Eisini Jann Benjaminsen hevur havt okkurt litið prik, men eisini hann venur við fullari ferð í dag. Tað er kalt í luftini og hitin nærkast frostmarkinum. Føroyar spæla móti Armenia hósdagin klokkan 17 føroyska tíð.