Aldursforsetin er við aftur í toppinum

1. DEILD: TB hevur við teprum sigri í Hoyvík í kvøld tryggjað sær pláss í bestu deildini

Nú er tað greitt. Í 2025 vera tað tvey lið í bestu fótbóltsdeildini.

 

Síðsta leygardag tryggjaði FC Suðuroy sær pláss í bestu deildini, og í kvøld hevur TB tryggjað sær pláss í bestu deildini.

 

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar. Treytin fyri beinleiðis uppflyting var, at úrslitið hjá TB í kvøld var betri, enn úrslitið hjá B71 í Klaksvík.

 

B71 legði seg á odda í Klaksvík, tá ið støðan í Hoyvík framvegis var málleysur javnleikur.

 

So var tað, at TB eitt stórt korter undan leikloki tiltuskaði sær brotsspark, sum Samudeen Musah setti í netið.

 

Tepri sigurin á útivølli ímóti FC Hoyvík ber við sær, at TB endar á triðja pláss og flytur beinleiðis upp í bestu deildina. TB fekk bronsukrónurnar beinanvegin eftir, at síðsta bríksl hevði verið á vøllinum í Hoyvík.

 

-Her vóru nógvir nervar upp á spæl, men vit vunnu og flyta upp, og tað er tað, sum telur. Vit høvdu møguleikar at skora meiri enn einaferð í fyrra hálvleiki, men nú tá ið vit hava vunnið og tryggjað okkum uppflyting, so verður tað harvið, hvussu avrikið var, sigur Gilli Rólantsson, sum er álitismaður hjá TB, í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Í TB gera teir skjótt av í Hoyvík. Teir skunda sær fyri at sleppa suður við Smyrli í kvøld.

 

Á Krambatanga og Trongisvági og Tvøroyri verður tað fagnaður um uppflytingina, tá ið Smyril verður komin suður.

 

Fyri einum ári síðani flutti TB niður í næstbestu deildina. Leingi sá tað ikki út til, at taðfór at eydnast at flyta upp aftur í ár, men fram ímóti kappingarenda hevur talan verið um rimmar endaspurt, sum í kvøld kulmineraði við, at TB við 1-0 sigri á útivølli ímóti FC Hoyvík flutti upp í bestu deildina.

 

##med2##