Sum tykkum kunnugt, seta vit í ár sjóneykuna á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp. Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.
Í skúlanum við Løgmannabreyt
Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar. Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.
Fólkadráp í Kambodja
Skráin er fjølbroytt og viðkomandi. Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja. Vit vísa ein film við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.
Støður, sum skapa polarisering
Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð. Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð. Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru. Umframt polarisering er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi hava vit eina samrøðu við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu tey arbeiða við integratión í teirra dagliga arbeiði. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.
Sætti holocaustdagur
Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust
Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin. Samskipari er Ólavur í Geil.
ALTJÓÐA DAGUR TIL MINNIS UM HOLOCAUST OG ONNUR FÓLKADRÁP
SKRÁIN
10.00 Vælkomin
Høgni Joensen, stjóri í skúlanum við Løgmannabreyt
Ólavur í Geil, samskipari á Altjóða degnum til minnis um Holocaust og onnur
fólkadráp
10:10 Søguligt baksýni
Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, um fólkadrápið í Kambodja
10:25 Føroyingar í Kambodja
Turið Dyssegaard um at starvast í Kambodja
10:40 Kambodjabúgvar, seta orð á fólkamorðið
Filmur við fólkum úr Kambodja, sum búgva í Føroyum
10:50 At búgva og arbeiða í Føroyum
Samrøða við Brandur Jacobsen og Mariu S. Olsen um integratión í Føroyum
11:05 Polarisering og bólkaatferð
Birita Lamhauge Jóansdóttir, sálarfrøðingur, um polarisering og bólkaatferð
11:20 Hvat hava vit lært?
Næmingar úr skúlanum við Løgmannabreyt siga frá, hvat tey hava lært á
tiltakinum