Samlaða elframleiðslan fyri alt landið í 2024 var 480GWt, og býtið var smá 57 prosent varandi orka og góð 43 prosent olja. Eftirspurningurin eftir elorku økist framvegis, og øktist 5 prosentum í mun til 2023.
Hetta er fjórða árið á rað, at burðardygga elframleiðslan setir met. Vøksturin í grønu elorkuframleiðsluni var góð 18 prosent. Í fjør kom grøna framleiðslan upp á 271 GWt í mun til ávikavist 229GWt í 2023, 225GWt í 2022 og 161GWt í 2021.
Í 2024 var elframleiðslan um alt landið 100 prosent grøn í tilsamans smá 8 samdøgur. Í Suðuroy var elframleiðslan 100 prosent grøn í góð 110 samdøgur.
Vindorkan staðið seg væl
Tað er serliga vindorkan sum hevur hilnast væl, og fjórða árið á rað er eisini met sett í vindorkuframleiðslu við 153 GWt, sum er nærum ein trífaldan av framleiðsluni av vindi síðan 2021 á 54 GWt.
Fleiri veitarar framleiða vindorku inn á føroyska elnetið, og býtið millum vindorkuframleiðarar var soleiðis:
- Vindrøkt á Gellingarkletti 73GWt
- Magn í Flatnahaga 40GWt
- Røkt í Vestmanna 2,2GWt,
- vindfeløgini hjá Sev, ávikavist Húsahagi 17GWt, Porkeri 17,2GWt og Neshagi 3,4GWt.
Battarískipan ger mun
Battarískipanin á Sundi varð verksett í desember 2023, og gagnnýtslan av vindorkuni er økt úr 53 prosentum í 2022, tá vindmyllulundin á Gellingarkletti varð sett í rakstur, upp í 68 prosent í miðal fyri Gellingarklett og Flatnahaga í 2024.
Vatnorka
Óvanliga vátt veður í august og desember hevði við sær, at væl eisini er komið burturúr vatnorkuni í 2024, hóast fleiri av vatnorkuverkunum til tíðir ikki hava verið tøk. Smærru turbinurnar í Botni og á Strond hava verið úr rakstri, og byrgingin í Heygadali í Vestmanna stóð tóm í summar og fram til oktober, meðan m.a. rakstrarlúkan bleiv skift og rakstrartunnilin bleiv dagførdur. Hóast hetta er úrtøkan úr vatni omanfyri miðal við 111 GWt. Harav stóð Eiðisverkið fyri meira enn helvtini við 61 GWt, sum er eitt av betru árunum á Eiðisverkinum.
Smá 9000 tons færri av olju enn 2023
Elframleiðslan úr olju var 208,5 GWt, sum er ein minking á góð 8 prosent í mun til árið fyri.
Tað eru 19 GWt færri enn í 2023. Tað svarar til 9000 tons av spardari tungolju og smá 30.000 tons av CO2 útláti. Við øðrum orðum meira enn ein tangabátur við olju er spardur. Vanliga koma umleið 7-8 tangabátar við olju um árið til elframleiðslu.
Væl eyðnaða grøna framleiðslan 2024 hevur við sær, at elframleiðslan úr olju, 208,5 GWt, er tann lægsta síðan 2021, sum higartil er árið, har elframleiðslan úr olju toppaði við 262,4 GWt.
Stór framgongd í biogassi
Biogassverkið Førka stóð fyri 1,5 prosent av samlaðu elframleiðsluni. Hetta ljóðar ikki av nógvum, men elorkan frá biogassverkinum øktist við 76 prosentum úr 4 GWt í 2023 upp í 7 GWt í 2024.
Suðuroy
Í Suðuroy hevur framleiðslan verið støðug, og ligið umleið góðar 35 GWt síðan 2019. Soleiðis var eisini í 2024, tá framleiðslan í Suðuroy gjørdist 35 GWt og býtið var 54 prosent grøn orka og 46 prosent termisk.
Framleiðslan úr vindi setti aftur í ár met í Porkeri við 17,3 GWt í mun til 15 GWt í 2023.
Vatnorkuframleiðslan í Suðuroy var skerd í 2024, orsakað av, at vatnorkuverkið í Botni verður dagført og bleiv tikið úr rakstri á vári í 2024. Verkið væntast aftur í rakstri á heysti í 2025. Sostatt var framleiðslan í Botni einans 1,8 GWt. Miðal fyri Botn liggur um 4,5-5 GWt um árið.
Friðaligt hevur verið á Vágsverkinum, meðan Suðuroyggin í tilsamans góð 110 samdøgur hevur havt 100 prosent varandi orku inni á netinum, hóast eingin vatnorkuframleiðsla hevur verið síðan apríl 2024. Tað merkir, at Suðuroyggin tíðum hevur koyrt við 100 prosentum vindorku á netinum. Hetta ber bert til við battarískipanini og synkronkompensatorinum.
Tað sæst týðiliga, at battarítøknin í Suðuroy riggar væl, og best er tá javnvág er ímillum vindorkumáttin og elnýtsluna, tí gagnnýtslan av vindorkuni er væl betri í Suðuroy enn í meginøkinum. Í 2024 bleiv 75 prosent av vindorkuni gagnnýtt í mun til 70 prosent í 2023 og 46 prosent í 2022, tá battarískipanin bert var virkin í fáar mánaðir.