Ávaring: Keypið ikki brennievni inn undir tykkum

Áheitan um at vísa varsemi, tá ið brennievni verður keypt. – Nú verkfall er, hava Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Føroya Politi og kommunalu tilbúgvingarmyndugleikarnir saman við oljufeløgunum staðfest, at sera nógv brennievni er keypt á bensinsølunum seinnu dagarnar.

– Ikki at flyta meira enn 20 litrar av brennievni í akførum, ið ikki eru góðkend til endamálið, ljóðar eitt av ráðunum

Ábendingar er tískil um, at fólk og fyritøkur eru farin keypa inn undir seg, og at summi tískil hava størri nøgdir av brennievni heima við hús ella á arbeiðsplássum. Hetta er vandamikið, og kann elva til eldsbruna.

Fleir dømir eru eisini um, at brennievni er keypt uppí dunkar, kør og onnur líknandi hylkir, ið slettis ikki eru egnaði til at goyma ella flyta brennievni við.  

Í ringasta føri kann hetta elva til eldsbruna ella aðrar vandamiklar støður í sambandi við áfylling, flutning ella goymslu.

Myndugleikarnir skulu tískil heita á fólk um: 

 

  • Ikki at keypa brennievni inn undir seg, men at keypa sum vanligt. 
  • Virða avmarkingarnar sum oljufeløgini seta fyri sølu.
  • Einans at keypa brennievni í dunkar og tangar, ið eru góðkendir til endamálið. 
  • Ikki at flyta meira enn 20 litrar av brennievni í akførum, ið ikki eru góðkend til endamálið.
  • Ikki at goyma størri nøgdir av brennievni heima við hús, á arbeiðsplássinum ella t.d. viðførisrúminum á akførum.

 

– Hugsið um trygdina, siga Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Føroya Politi og Felagið Sløkkiliðsleiðarar

 

– Ikki at flyta meira enn 20 litrar av brennievni í akførum, ið ikki eru góðkend til endamálið, ljóðar eitt av ráðunum