B36 er rættiliga greiður favorittur móti 07 Vestur á Dungasandi

Her eru oddsini upp á dystin 07 Vestur-B36

Í kvøld klokkan 18.30 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum 07 Vestur og B36.

 

07 Vestur er nummar seks í deildini við 27 stigum. B36 er nummar fimm í deildini við 33 stigum.

 

Báðir dystirnir fyrr í ár millum B36 og 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn endaðu við javnleiki, ávikavíst 2-2 og 4-4.

 

Hóast góðu avrikini hjá 07 Vestur móti B36 fyrr í ár er B36 rættiliga greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til 07 Vestur eru 4,90.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,26.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til B36 eru 1,53.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##