Í dag fer Víkingur at taka sítt egna met

Heimasigur ímóti EB/Streymi fer at lyfta víkingarnar til stigatal, sum teir ongantíð áður hava rokkið

Í dag og í morgin verður 23. umfar í landskappingini í fótbólti. FM favorittarnir í Víkingi eiga klokkan 17 heimavøll ímóti EB/Streymi. Víkingur er topplið og stórfavorittur at vinna FM. Víkingur hevur 60 stig, og EB/Streymur hevur 19 stig. Fyrr í ár vann Víkingur 3-1 á útivølli og 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi.

 

Triðja FM heitið er á trappuni hjá Víkingi, sum varð stovnað í 2008, og sum áður hevur vunnið tvey FM. Tað fyrra í 2016 og tað seinna í 2017. Í 2016 vann Víkingur við 60 stigum, og í 2017 vann Víkingur FM við 52 stigum, ið er lægsta stigatalið, sum FM er vunnið við, síðani skipanin við 27 umførum sá dagsins ljós í 2005.

 

Nú hevur Víkingur 60 stig, og heimasigur í dag ber við sær, at stigatalið verður hægri hjá Víkingi, enn tað nakrantíå áður hevur verið.

 

Umframt ímóti EB/Streymi í  dag, so eigur Víkingur fimm aðrar dystir eftir at spæla. Mikukvøldið verður útsetti heimadysturin ímóti KÍ, og síðani eru mótstøðuliðini Skála (ú), ÍF (h), HB (ú) og 07 Vestur (h).

 

 

 

23. umfar

 

Í dag

 

Víkingur – EB/Streymur: Dagfinn Forná kl. 17.00

 

B68 – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 17.00

 

07 Vestur – B36: Alex Troleis kl. 18.30

 

Í morgin

 

NSÍ – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

HB – Skála: Rúni Gaardbo kl. 17.00

 

Víkingur212001641060
211704441951
HB221606441948
NSÍ221228483238
B3622967463733
07 Vestur228311285027
EB/Streymur226115254219
Skála225314264718
B68223514143915
ÍF22141721657