Hetta gjørdist ikki ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í tríðbestu donsku fótbóltsdeildini.
John Frederiksen og Heini Fossdalsá (myndin) byrjaðu báðir inni, tá teir saman við liðfeløgunum í Thisted tóku móti Brabrand á heimavølli.
Brabrand vann dystin 1-0. Brabrand skoraði sigursmálið aftaná hornaspark tá 72 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Hørður H. Askham var ikki millum teir fyrstu 11, tá lið hansara, AB tapti 2-3 á heimavølli fyri Nykøbing.
AB helt, at teir høvdu tryggjað sær eitt stig, tá íslendski, Águst Edvald Hlynsson í 91. minutti javnaði til 2-2. Bert ein minutt seinni skoraði Andreas Bredahl sigursmálið hjá Brabrand.
AB liggur á einum sætta plássi við 24 stigum nú bert tvey umfør eru eftir at leika í grundspælinum. AB er bert tvey stig frammanfyri Skive, ið hevur 22 stig. AB má enda í topp-6 fyri at kunna kappast í tí ovara endaspælinum.
Thisted er aftast í deildini við 16 stigum.
2. páskadag klokkan 13 spælir Thisted á útivølli móti Middelfart. 2. páskakvøld klokkan 18 spælir AB á útivølli móti Fremad Amager.
Seinasta umfarið í grundspælinum verður leikt leygardagin 6. apríl.