Beinleiðis ágangur móti fakfeløgum!

Flestu mundu skilja frágreiðing sjúkrarøktarafelagsins, um hví lønarøking teirra 3. árið gjørdist minni enn tey bæði fyrstu árini. Tey greiddu væl frá, at hetta var, tí at tey raðfestu arbeiðsviðurskifti teirra, sum arbeiddu í kvøld- og náttarvaktum, framum lønarhækking. Tí høvdu tey brúkt ein part av lønarvøkstrinum, sum tey annars vildu fingið 3. árið, til at bøta um arbeiðskorini. 

Sera væl skiljandi, at arbeiðsviðurskifti teirra, sum arbeiða í hesum vaktum, verða bøtt um. Og talan er um stórsinni av fakfelag sjúkrasystranna at halda aftur uppá lønarkravið, so hesin batin kundi fíggjast.

Men tøkkin (ella manglandi tøkkin), sum landsstýrið ber teimum, er syrgilig. Knappar tvær vikur aftaná ger fíggjarmálaráðið sáttmála við eitt av hálønarfeløgunum, sum uttan trupulleika fær fulla lønarhækking øll tey trý árini, eisini tað triðja, har sjúkrarøktarfrøðingarnir  bert fáa partvísa hækking.

Á hendan hátt breiðkar Føroyar Landsstýrið, uttan at blúgvast, enn einaferð um lønargjónna millum hægstløntu starvsfólk síni- og onnur.

Jamen, sigur tú kanska, akademikararnir valdu ikki at brúka part av 3. árs lønarhækkingini til at bøta viðurskifti teirra, sum ganga í vaktum. Júst so, men tað høvdu teir onga orsøk til, tey munnu vera fá í teirra fakfeløgum, sum gera tað. So peningurin fór, ístaðin fyri til arbeiðsviðurskiftisbatar, beinleiðis inn á lønarkontu teirra- og lønargjógvin og mununurin vaks enn einaferð! 

Vóni at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava ein klausul í sáttmála teirra, sum sigur, at um onnur samanberilig fakfeløg fáa størri lønarhækking enn tey, so skulu lønarviðurskifti teirra endurskoðast. Um ikki, so eru teir væl og virðiliga drignir uppá tráð. Eitt eventuelt krav frá felagnum um at limir tess fáa útgoldið tey 2,75 %, sum onnur fáa, er sjálvsagt. Eins sjálvsagt sum at tað er tað almenna, sum sjálvt skal tryggja og fíggja rímulig og sømulig arbeiðsviðurskifti fyri øll sum starvast hjá teimum!

 


Jenis av Rana

Fyrrverandi fakfelagsformaður