Noyðist upp til nýggja koyriroynd

Á vegastrekkinum Millum Fjarða hava fleiri bilførarar fingið bøtur, og tað eru teir, sum eru máldir at koyra so mikið skjótt, at neyðugt hevur verið við nýggjari koyriroynd.

Løgreglan er nógv úti um seg at kanna ferðsluna á vegunum, og tað er næstan ikki dagur, at ferðkanningar ikki vera gjørdar á onkrum - ella fleiri - vegastrekkjum.

 

Soleiðis var eisini tíðliga í gjárkvøldið, tá ferðmátingar vórðu gjørdar Millum Fjarða og á Oyndarfjarðarvegnum. 

 

Á vegastrekkinum Millum Fjarða hava fleiri bilførarar fingið bøtur, og tað eru teir, sum eru máldir at koyra so mikið skjótt, at neyðugt hevur verið við nýggjari koyriroynd.

 

Men, í gjár gekk ferðslan eftir øllum at døma rímiliga væl á hesum vegastekki, og sambært vaktleiðaranum í morgun var tað bara ein bilførari í hesum kanningum, sum varð máldur at koyra ov skjótt.

 

Og hesin koyrdi eisini alt ov skjótt á Oyndarfjarðarvegnum.

 

- Umframt at fáa eina bót, missir hesin bilførarin eisini koyrikortið treytað, sum merkir, at viðkomandi noyðist upp til nýggja koyriroynd, visti vaktleiðarin at siga í morgun.