Borgaralisti til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu

Skriv, sum Borgaralistin hevur sett saman til almenningin í sambandi við, at tey leita eftir valevnum:

Seinastu árini er tað komið meiri og meiri fram í ljósið, at óskil er á í Tórshavnar kommunu. Ferð eftir ferð verða mál í kommununi trýst ígjøgnum uttan neyðuga planlegging, málsviðgerð og uttan neyðugar kanningar av, hvørjar avleiðingar hetta fær.

 

Serliga í samband við byggimál er lítið skil á og eingi fyrilit verða tikin til grannar, nærumhvørvið ella fornuftiga býarplanlegging. Vit eru nógv, sum eru illa viðfarin av kommununi. Bæði grannar og grannaløg um allan býin verða ikki hoyrd, hóast málið hevur sera stóra ávirkan á okkum, okkara dagligdag og okkara lívsgóðsku. Umframt hetta hevur tað eisini ávirkan á fíggjarstøðu borgarans, tá hugsa verður um ogn og hús. Tað nyttar lítið at tosa við kommununa og mugu vit tí gera nakað sjálvi.

 

Vit eru tí farin í holtur við at gera ein borgaralista, sum skal stilla upp til kommunuvalið, sum verður 12. november 2024.

 

Kravið er, at vit vilja hava eina professionella umsiting, har politikarar gera politikk og umsitingin fær frið at arbeiða eftir fyrisitingarligum reglum og lógarverki. Eina umsiting, sum kunnar og skipar, so tað er skil á í býnum. So vit, sum búgva her, vita, hvat sker og hava álit á, at arbeiði verður gjørt ordiligt. Tí sum er, er onki álit.

 

Vit vilja sleppa undan eini fyrisiting, sum verður stýrd av politikarum, sum renna ørindi fyri pengasterkum einstaklingum, sum í fleiri førum hvørki gjalda skatt í Havn ella í Føroyum. Alt uttan at atlit verður tikið til vanliga, betalandi borgaran. Til tín og til mín.

 

Hjartamál, sum vit fyrst og fremst ætla okkum at arbeiða fyri:

 

Borgarin

 

Tað eru vit, sum búgva og gjalda skatt í Tórshavnar Kommunu, sum fíggja allan rakstur av kommununi. Tað eru eisini vit, sum verða beinleiðis ávirkaði av teimum avgerðum, sum býráðið samtykkir. Tí hevur tað týdning, at vanligi borgarin – tú og eg – hava álit á, at alt gongur rætt fyri seg.

 

  • Borgarin hevur krav uppá virðiliga og professionella viðgerð og at allar reglur verða fylgdar
  • Borgarin hevur krav uppá gjøgnumskygni og opinleika
  • Borgarin hevur krav uppá, at alt samskifti er greitt og skilligt.
  • Borgarin hevur krav uppá, at kommunan og býráðið arbeiðir fyri borgaran heldur enn fyri privatum áhugamálum hjá einstaklingum.
  • Allar avgerðir í kommununi skulu koma so nógvum borgarum til góðar sum gjørligt

 

Bygging

Byggisamtyktir eru eitt týdningarmikið amboð at skipa býin og byggingina eftir. Ein skipan, sum øll fólk í Havn eiga at rætta seg eftir. Øll uttan undantøkini, sum eru tær serstøku byggisamtyktirnar, sum vanliga verða gjørdar fyri eitt grannalag ella ein býarpart. Í dag verður serstaka byggisamtyktin brúkt til at gera undantøk á einstøkum grundstykkjum, har pengasterkir einstaklingar sleppa at troðka alla skipan av uttan atlit til grannar og onnur, sum skulu liva við og í tí óskili, sum hetta leggur eftir sær.

 

  • Byggisamtyktirnar skulu haldast!
  • Tað skal gerast ein yvirskipað langtíðar-planlegging av, hvussu, hvat og hvar skal byggjast
  • Langtíðar-planleggingin skal skjalfestast í Almennu byggisamtyktini
  • Serstakar byggisamtyktir skulu bara gerast undantaksvís – og bara fyri at nágreina almennu byggisamtyktina.
  • Byggimál skulu viðgerast líka fyri øll og eftir galdandi reglum – uttan atlit til seráhugamál hjá einstøkum politikarum
  • Skulu frávik gerast, skal hetta lýsast neyvt í mun til veður og vind, ljóð, ljós, ferðslu, friðing, byggihátt, virðir og varðveitslu av grannaløgum.
  • Jú størri frávik og jú størri bygging, jú fleiri verða ávirkaði. Tá skal grannaheiti

 

víðkast til at fevna um øll tey, sum verða ávirkaði av byggingini og broytingini.

 

  • Grannahoyring fevnir allar grannar (í víðari merking) um frávik undantaksvís skulu gevast.
  • Kunningin um bygging og byggisamtyktir skal gerast soleiðis, at leikfólk skilja málið, uttan at skula leita sær hjálp. Kloakk

 

Kloakkin er ein ósjónligur, men sera týdningarmikil partur av undirstøðukervinum í býnum. Um allan býin er í dag óskil í kloakkskipanini, har rottur, luktur, resistentar bakteriur, illa dálkaðar áir og vágir súrga býin og borgaran. Og nú ætlanin er hjá ríkmonnum og útisetum at pakka miðbýin við íbúðum, er ivamál, um kloakkirnar eru førar fyri at taka alt skarnið, sum kemur.

 

  • Lýsing gerast av, hvørjar avbjóðingarnar eru við kloakkunum og hvat krevst fyri at loysa trupulleikan.
  • Ætlan gerast um, hvussu arbeiðið skal gerast
  • Skaffa játtan, so at alt arbeiðið kann gerast innanfyri 4 - 6 ár
  • Syrgjast fyri, at áir og sjógvur eru rein. So rein, at tey trygt kunnu brúkast til spæl og vælveru bæði til børn og vaksin.

 

Onnur mál

 

Tað eru sjálvandi nógv onnur mál, ið ein kommuna varar av, og sum eisini mugu viðgerast og avgreiðast, men sannindini eru tað, at byggimál er stórur partur av kommunukassanum og lívsgóðskuni hjá borgarunum.

 

Okkara yvirskipaða áskoðan til onnur mál er, at tað mugu vera fakligu tilmælini, sum viga mest í øllum málum. So er upp til politikararnar at gera politikkin og raðfesta við skili út frá tí, sum fakfólkini viðmæla.

 

Ikki ber til at gera alt í senn og tí er neyðugt at raðfesta. Vit vilja fyrst og fremst raðfesta eftir, hvussu átroðkandi málið er. Harnæst eftir, hvussu fíggjarliga rásarúmið er. Vit hava tó raðfest omanfyri nevndu mál, sum tey, ið vit vilja taka fyrst.

 

Borgaralistin

 

Øll tey, sum taka undir við tí, vit her hava skrivað, eru vælkomin at bjóða seg fram at stilla upp fyri Borgaralistan. Tó aftra vit okkum við at hava fólk á listanum, sum áður hava siti í býráðnum, tí hesi kunnu hava verið partur av trupulleikanum.

 

Vit hugsa, at hvørt grannalag finnur eitt ella tvey umboð, sum vilja stilla upp. Tað kunnu í mesta lagið vera 17 valevni á listanum og vit miða ímóti, at fáa fullan lista. Vit miða eisini ímóti, at tað verður javnstøða millum kynini, so roynt verður at fáa 8 ella 9 av hvørjum kyni.

 

 

 

Vegna fyrireikararnar

 

 

 

Katrina í Geil Hoydalsvegur 5

 

100 Tórshavn

 

Fartelefon 52 70 30

 

katrina.i.geil@gmail.com

 

 

 

Jóhan E. Simonsen

 

Hvannasundsgøta 12

 

100 Tórshavn

 

Fartelefon 230 454

 

johansimonsen@gmail.com

 

##med2##

 

Valskráin

 

Trý høvuðsevnini:

 

BORGARIN

 

Punktir til valskrá hjá Borgaralistanum

 

• Fakliga og dygdargóða tænastu til borgaran

- Borgarin hevur krav upp á virðiliga og professionella viðgerð

 

• Nærdemokrati / Borgaraluttøka

- Hvussu kann borgarin luttaka í ymiskum málum í kommununi?

 

  • Gjøgnumskygni
  • Hvussu skapa vit gjøgnumskygni fyri borgaran í øllum?
  • Hvussu tryggjar man, at borgarin í mestan mun verður tikin við?
  • Opinleiki / Opið samskifti

 

- Hvussu kann borgarin hoyrast/kunnast, so hann er fult upplýstur?

 

• Kommunan fyri borgaran / Borgarin sum stjóri

- Hvussu kann tryggjast at býráðið arbeiðir fyri borgarunum og ikki fyri privatum áhugamálum hjá einstaklingum?

 

BYGGING

 

• Býarplanlegging

 

  • Yvirskipað langtíðar planlegging

 

Hugsunarháttur – Hvørjir langtíðar tankar hevur kommunan um býarskipan og ferðslu?

 

  • Miðbýurin

 

Hvussu ynskja vit at miðbýurin skal vera?

 

Hvat er gott fyri miðbýin?

 

  • Ferðsla

 

Hvørja ferðslu ynskja vit í býnum? ž Hvar ynskja vit ferðslu í býnum?

 

  • (Almennar) byggisamtyktir
  • Nágreining av úrslitinum av langtíðar býarplanleggingini
  • Serstakar byggisamtyktir - Bert undantaksvís

 

- Serstaka byggisamtyktirnar eru farnar frá at vera planlegging av einum grannalagi til at vera undantak fyri ein matrikul

 

  • -  Opinleiki / gjøgnumskygni / innlit
  • Hvussu skapa vit gjøgnumskygni fyri borgaran í byggimálum?
  • Hvussu tekur man borgarar(grannar)við í teimum málum, sum ávirka tey?
  • Hvussu kann borgarin kunnast, so hann hevur greiða vitan at skapa sær eina góða fatan av byggimálum og sum hann kann taka støðu út frá?
  • Hvussu fær borgarin lætt og greitt innlit í mál?
  • Grannahoyringar

 

Hvørjirerugrannar?

 

Hvussu verður tikið atlit til grannar? Parkeringsviðurskifti

 

Ferðslukanningar

 

Ferðslusimuleringar

 

• Byggimál / Byggimálsviðgerð

 

- Frávik frá ásettum reglum

 

Skal tað bera til at fáa frávik frá galdandi reglum?

 

  • -  Grannahoyringar

 

Nær skal skipast fyri granna hoyring? Hvørji eru grannar?

Hvussu verður tikið atlit til grannar?

 

  • -  Bygging og byggilag

 

Hvussu verður tikið atlit til verandi hús og bygging?

 

• Ávirkan og árin

 

- Hvussu og nær skal kannast um ávirkan og árin av bygging og broyting av skipan í býnum?

 

Nærskaltaðkannast?

 

Hvussu umfatandi skalkanninginvera? Hvørskalkannaðtað?

Hvørskalgjaldakanningina?

Hvørskalkunnastumúrslitini?

 

  • -  Bygging til fólk í Havn at búgva i
  • -  Hvørjum byggja vit til?
  • -  Hvør stendur fyri hesum bústøðunum?
  • -  Bústaðarskylda ?
  • - Tryggur býur til børnini
  • - Børn og bilar

 

KLOAKK

 

• Yvirskipa lýsing av kloakviðurskiftunum í kommununi

- Tað er neyðugt at gera eina lýsing av kloakviðurskiftunum í allari kommununi fyri at fáa

 

Eitt yvirlit yvir, hvørjar avbjóðingar eru, og hvat krevst fyri at loysa tær

 

Luktur

 

Bakteriur

 

Skittur

Rottur

Dálkaðaráir

Dálkaðursjógvur

 

  • -  Yvirskipað ætlan um, hvussu avbjóðingarnar skulu/kunnu loysat
  • -  Hvørjar tekniskar loysnir eru neyðugar?
  • -  Hvat kosta neyðugu loysnirnar?
  • -  Hvussu fíggja vit neyðugu loysnirnar?

 

Brúka25-30mióumáriðífýraárfyriatfáaskilákloakkirnar

 

  • -  Áir og sjógvur skulu vera rein
  • -  Spælipláss hjá børnum
  • -  Møguligt at svimja/dippa í sjónum allastaðnis