Tað eru knotur í fuglfirðingum

Susan, sum er dóttir Eileen Friang úr Fuglafirði, hevur miðvíst vant bodybuilding síðani 2015.

Hon er Danmarks og Hollands meistari, og nú eisini heimsmeistari í bodybuilding. 

Pápi hennara, Lesley, sum er breti, hevur eisini ættarbond úr Fuglafirði. So tað má sigast at vera knotur og viljastyrki í Susan, sum sleit sínar barnaskógvar í Fuglafirði, men er búsett í Århus, har hon starvast sum skrivstovufólk hjá løgregluni. 

Til lukku Susan!