Kapprenningin um fjórða plássið í Burn mansdeildini, ið gevur heimavøll í FM-fjórðingsfinaluni er hørð, og stendur millum StÍF, Neistan og Team Klaksvík.
StÍF vann seg upp á fjórða plássið við at vinna ein sera týðandi 30-28 sigur á Kyndli í høllini á Hálsi. Kyndil sum liggur langt aftast í deildini gav StÍF ein skarpan gang í kvøld, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Tá 40 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 18-18. Sjey minuttir seinni var StÍF á odda 24-20, og eftir tað var leiðslan ongantíð minni enn tvey mál.
30. mars tekur Team Klaksvík móti VÍF á heimavølli, og 2. apríl spæla teir móti H71 á útivølli. StÍF endar grundspælið 2. apríl við einum útidysti móti KÍF. Sama dag tekur Neistin móti VÍF á heimavølli.
##med2##
Her ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med3##