BÝARPLANLEGGING FYRI FÓLK

Hov, hvat hendi her? Knappliga varð alt broytt, og vit kenna okkum ikki aftur í tí. Vit hava mist okkurt, og nú er ringt at koma afturum aftur. Hvussu hendi tað og hví?

 

Ja, vit kenna øll dømir bæði her heima og frá øðrum londum, um býir og býlingar, ið vaksa ella verða broyttir við ógvusligum byggingum, íbúðarblokkum, høghúsum, vegum og parkeringsplássum. Har bert vøksturin, fermetratalið og inntøkur hjá byggiharrum og jarðareigarum tykjast vera endamálið. Meðan trivnaður, umhvørvi og lívsvirði fyri fólk detta burturímillum, og vit kenna okkum sum áskoðarar og kunnu ikki yvirskoða, hvat hendir.

 

Tað kunnu vit gera nakað við. Vit mugu hava veruliga býarplanlegging og byggisamtyktir, sum eru hugsaðar í heildir og eindir. Og sum fólk skulu verða veruliga hoyrd um, og sum ikki kunnu broytast knappliga. Vit mugu burtur frá politiskum skjótum “hovsaloysnum” og aftur til vælumhugsaðar loysnir, ið okkara dugnaligu fakfólk í umsitingini hava til uppgávu at framleiða – við støði í eini heidarætlan fyri kommununa.

 

TAÐ BER VÆL TIL

 

Vit hava ørgrynnu av dugnaligum fakfólki, ið duga at gera býarplanlegging og føroyskar loysnir. Og at hava væl gjørdar ætlanir, sum hava fingið veruliga viðgerð millum fólk, er fortreytin fyri at loysa tey átrokandi málini. Ikki minst at útvega bústaðir til fólk, sum tað ber til at gjalda – og trívast í.

 

Tórshavnar kommuna er fjølbroytt og sett saman av býi, býarpørtum, býlingum, bygdum, oyggjum og náttúruøkjum.

 

Vit skulu tryggja, at neyv býarplanlegging og byggisamtyktir verða gjørdar fyri alla kommununa. Fyri teir einstøku býarpartarnar, bygdirnar og býlingarnar í kommununi við støði í søgu, trygd, náttúru og trivnaðarmøguleikar fyri fólk.

 

Hvørt pláss og hvør eind skal ikki bara vera eitt uppískoyti til annað. Men skulu hava sítt egna eyðkenni og miðpunkt hjá fólki at liva og virka.

 

TAÐ BESTA Í OKKARA SØGU OG MENTAN

 

Vit skulu byggja á tað, sum altíð hevur verið eitt serligt virði og eyðkenni í føroyska samfelagnum á bygd og í bý: At vit búgva í býlingum og grannaløgum, sum ikki býta fólk sundur eftir inntøku, starvi, aldri ella bakgrund. Men har ymisk fólk og ymiskir aldursbólkar kunnu búgva, trívast og liva saman.

 

  • Har vit skulu varðveita tey søguligu og mentanarligu virðini í hvørjum einstøkum plássi.
  • Har vit í nýbygging byggja á tað besta í okkara søgu og mentan og á føroyska byggilist og arkitektur.
  • Har vit skapa atkomiligheit hjá øllum.
  • Har vit saman kunnu ganga grønu leiðina og fáa betri og burðardyggari orkuloysnir, ruskskiljingarpláss og aðrar felagsloysnir.
  • Fyri hvønn býarpart og hvørja bygd sær skulu vit tryggja, at trivnaðurin hjá fólkinum stendur fremst í allari bygging, og at grøn øki, náttúra, spælipláss, felagsøki, ferðslutrygd, parkeringsviðurskifti, mentanarvirksemi og frítíðarmøguleikar eru fremstu virði í býlingum og grannaløgum.

 

 

 

Gunnar Djurhuus

 

Valevni fyri Tjóðveldi á lista E til Tórshavnar Kommunu