Dekkaraútbúgving uppá styttri tíð

Stórur tørvur hevur verið á einum smidligari og styttri skúlaleisti at gerast dekkari umborð á føroyskum handilsskipum, og hevur hetta leingi verið eftirspurt í vinnuni.

Útbúgvingin er nú lýst í kunngerð, ið Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur lýst. Stóri fyrimunurin er, at tú kanst taka skúlapartin til fulltiknan dekkara eftir bert 4 mánaðum. Hevur tú 3 ára siglingstíð, harav 18 mánaðir eru við handilsskipi, ber til at taka útbúgvingina eftir bert 2 mánaðum. Útbúgvingin verður boðin út á Sjónámi í Klaksvík.

 

Útbúgvingin er úrslit av tilmæli, ið arbeiðsbólkur handaði landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum í juni 2024. Arbeiðið snúði seg um at endurskoða skipsatstøðingsútbúgvingina, og í hesum sambandi tilmældi arbeiðsbólkurin at seta á stovn eina styttri dekkaraútbúgving, ið eisini kann brúkast sum fyrsti partur av skipsatstøðisútbúgvingini. Arbeiðsbólkurin hevði umboðan frá vinnuni, fakfeløgum, Sjónámi, Sjóvinnustýrinum, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Undirvísingarstýrinum.

 

Landsstýrismaðurin fegnast um góða stevið í hesum arbeiði, og at ymisku partarnir á henda hátt kundu loysa hesa uppgávu í felag til gagn fyri bæði vinnulívið