Ein bilførari fekk koyriforboð

Tveir bilførarar koyrdu alv ov skjótt

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar norðan fyri Kollfjarðatunnilin. Vakthavandi á politistøðini sigur, at tað vísti seg, at tveir bilførarar koyrdu alt ov skjótt, 115 kilometrar um tíman. 

Annar fær treytaða frádøming av koyrikortinum, meðan hin fekk koyriforboð. Orsøkin til, at annar verður revsaður harðari er, at hann hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár.

Náttin hevur annars verið friðarlig hjá løgregluni. Tey hava kannað nøkur vertshús og steðgað nøkrum bilum, men har vísti alt seg at vera í lagi, sigur vakthavandi á politistøðini.

Seinnapartin í gjár var boðað frá einum ferðsluóhappi við Føroya Tele í Hoyvík. Ein bilur hevði koyrt inn í bilin frammanfyri. Talan var bara um materiellan skaða, sigur vakthavandi. Bilførarin verður helst skuldsettur fyri ikki at halda frástøðu.