Hans Eiler ger upp við fólksins dóm

Í nýggjari bók fortelur Hans Eiler Hammer, prestur, um, tá hann bleiv ákærdur fyri at senda ónærislig sms-boð til dóttur sína

Hóast fríkendur kennir hann seg framvegis undir illgruna og heldur, at hetta málið er orsøk til, at hann ikki fær starv í føroysku Fólkakirkjuni.

Í samrøðu við Sosialin sigur hann, at hann fyrst og fremst vil fortelja um, tá hann bleiv ákærdur fyri at senda ónærislig boð til dóttur sína. Hann hevur ongantíð fortalt alment um hendingarnar áður, men royndir hansara eru, at tað hevur týdning at tosa opið, tí fleiri minnast málið uttan at vita, at Hans Eiler Hammer er púra fríkendur 

Tað hevur verið kensluborið at skriva bókina, sigur hann í samrøðuni við Sosialin:

– Eg skuldi veruliga seta hol á nøkur ting, sigur hann. 

Tann 22. apríl 2010 broyttist lívið hjá Hans Eiler Hammer. Hann var tá prestur í Berlevåg, sum er ein býur í Norðurnoregi. Elsta dóttirin kom ikki heim úr skúla, og hon svaraði ikki telefonini. Foreldrini ringdu til flokslæraran, sum segði seg ikki vita hvar hon var. 

Nakað seinni stóðu løgreglan og formaðurin í barnaverndini uttanfyri. 

Løgreglan vísti á eitt skriv, sum skuldsetti Hans Eiler Hammer fyri kynsligan ágang við sms-boðum og møguliga á annan hátt eisini. 

Hald varð lagt á allar teldur og telefonir sum vóru í húsinum, og á telduna á prestaskrivstovuni. Trý av børnunum blivu tikin burtur, elsta dóttirin fór á ein depil fyri ung, og yngru børnini fóru til fosturfamiljur at búgva. Elsti sonurin var fluttur heimanífrá. 

Lesið samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og sum haldarar eisini kunnu lesa á sos.fo