Europa Cup: Neistakvinnur vunnu seg víðari aftaná brotskastskapping

Neistin vann við trímum málum í dag aftaná at hava tapt við trimum málum ígjár, og so mátti brotskastkapping avgera hvat lið vann seg víðari

Mynd: Neistin

Kvinnuliðið hjá Neistanum hevur vunnið seg víðari í Europa Cup kappingini.

 

Ígjár taptu neistakvinnur fyrra dystin móti litaviska liðnum, Garliava 25-28 (9-15).

 

Í dag vunnu neistakvinnur aftaná vanliga leiktíð 23-20 (13-12) á Garliava.

 

Sostatt stóð samlað á jøvnum 48-48, og tí mátti brotskastskapping til fyri at finna útav hvat lið vann seg víðari í Europa Cup kappingini.

 

Bjørk F. Joensen og Sólbjørt Høj skoraðu fyri Neistan, meðan Garliava megnaði bert at seta eitt brotskast í netið. Málverjin hjá Neistanum bjargaði fýra av fimm brotskøstum. 

 

Sostatt vann Neistin ein samlaðan 50-49 sigur, og vann seg víðari til 2. umfar í Europa Cup kappingini.

 

Neistin-Garliava 25-21 aftaná brotskastskapping. 23-20 (13-12) - 2. dystur í Europa Cup - Neistin vinnur samlað 50-49. 

 

Neistin: Bjørk F. Joensen 7/8, Maria P. Nólsoy 7/15, Silja Olivia Heðinsdóttir 4/8, Lea Mørk Mortensen 2/4, Birna Eyðunardóttir 2/5, Brynja Høj 1/1, Sára S. Mikkelsen 1/2, Sólbjørt Høj 1/3.

 

Yui Shibuya bjargaði 10 av 25 málroyndum, og Silja A. Müller bjargaði fýra av níggju málroyndum. 

 

 

 

Mynd: Neistin