Eyka skattur kann fáa oljufeløg at rýma úr Bretlandi

Fyribils eyka skatturin á oljufeløg í bretskum øki, ið varð ásettur av konservativu stjórnini í mai 2022, er av nýggju stjórnini hækkaður og longdur.

Áðrenn mai 2022 var skatturin 40%. Í 2022 hækkaði skatturin við 35%, og nú hevur so bretska stjórnin lagt 3% omaná, soleiðis at skatturin á kolvetnisvinnuna er 78%.

Tað sigur Uttanríkis- og uttanríkisráðið í svari til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í samabandi við fíggjarlógararbeiðið.

– Harafturat er tíðin við eykaskatti longd frá 2025 til 2030, eins og frádrátturin í skattinum fyri nýggjar íløgur, er avtikin.

Fleiri oljufeløg, sum í løtuni eru virkin í bretskum øki, hava úttalað, at tey umhugsa at flyta sínar íløgur úr Bretlandi til onnur lond, eitt nú til Norra, har kolvetnisvinnan hevur betri umstøður.

– Ein vansi fyri Føroyar við teimum versnaðu fortreytunum fyri at reka kolvetnisvinnu í bretskum øki er, at vandi er fyri at leitingin eftir nýggjum oljufeltum steðgar upp og at tað sostatt ikki koma fleiri oljufelt beint uttanfyri føroyska markið, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið millum annað í svarinum til fíggjarnevndina.

– Hinvegin kann tað vera ein fyrimunur fyri Føroyar við nýggju skattatreytunum í bretskum øki, at oljufeløgini nú fara - sum tey sjálv siga - at hyggja eftir møguleikum aðrastaðni. Vit skulu sjálvsagt tryggja okkum, at tey í hesum sambandi eisini hyggja eftir føroyska økinum.

– Samanlagt meta vit tað tó vera ein vansa, um leitivirksemið steðgar upp í bretskum øki, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið millum annað í svarinum til fíggjarnevndina.