Hannover-Burgdorf koppaði meistarunum

Bert málmunurin skilir liðnum hjá Vilhelmi Poulsen frá fyrsta plássinum

Tað gongur væl hjá liðnum hjá Vilhelmi Poulsen í týsku bundesliguni. Hannover-Burgdorf var avgjørt ikki millum favorittarnar at vinna bundesliguna, men aftaná 11 teir fyrstu dystirnar er Hannover saman við Melsungen fremst í bundesliguni við 18 stigum. Bert málmunurin skilir Hannover frá fyrsta plássinum.

 

Í dag eydnaðist tað Hannover á heimavølli í ZAG Arena høllini at vinna 28-27 á verandi meistarunum, Magdeburg. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14. 

 

Magdeburg var á odda 27-23, men við einum fantastiskum endaspurti eydnaðist tað Hannover at skjóta fimm mál uttan, at Magdeburg megnaði at svara aftur.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann á heimavølli 36-27 (17-14) á Lemgo. 

 

Flensburg er við 17 stigum eitt stig aftanfyri Melsungen og Hannover.

 

Ígjár vann THW Kiel uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu 30-24 (16-15) á Gummersbach á útivølli. 

 

Kiel er nummar seks í deildini við 14 stigum.