Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, heldur, at møguleikar eru fyri, at russiska krígsførslan í Ukraina fær ein enda einaferð í 2025.
- Kríggið endar, tá Russland ynskir tað. Tá USA tekur eina sterkari støðu. Tá londini sunnanfyri standa saman við Ukraina og vísa sín stuðul til, at kríggið verður liðugt.
Nakað soleiðis segði ukrainski forsetin, tá hann í dag hitti umboð fyri útlendskar miðlar á einari ráðstevnu um matvørutrygd, sum var í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag.
- Hetta verður ikki einfalt, men eg eri vísur í, at góðir møguleikar eru at fáa ein enda á krígnum næsta ár, segði forsetin sambært ukrainska tíðindamiðlinum, Ukrinform.
Volodymyr Zelenskyj legði aftrat, at hann gleðir seg at síggja, hvat komandi forsetin í USA, Donald Trump, fer at gera, tá hann tekur við embætinum.
Donald Trump hevur nevniliga sagt, at tað fer at taka honum 24 tímar at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.