FC Suðuroy fer aftur til Runavíkar

1. DEILD: NSÍ var frammanfyri 3-1, tá seinni hálvleikur var 10 minuttir gamal, og líkindini vóru so vánalig, at tað var ikki hugsningur um at halda fram, og nú hevur FSF gjørt av, at talan verður um nýggjan dyst

Mynd: FC Suðuroy

Í dag hevur FSF boðað FC Suðuroy og NSÍ frá, at dysturin í fjórða umfari í 1. deild verður spældur heilt av nýggjum.

 

Søgan er tann, at tá ið FC Suðuroy síðsta leygardag var í Runavík, vóru líkindini so vánalig, at tað 10 minuttir eftir steðgin varð hildið, at tað var ikki ráðiligt at halda fram.

 

Dómarin blásti av, og so var spurningurin, hvussu tað fór at vera. Støðan var 3-1 til heimaliðið, tá ið illa á holdum komnu spælararnir fóru undir tak, og so skuldi støða takast til, um dysturin skal spælast heilt av nýggjum, ella um dysturin skal halda fram í 55. minutti, og við 3-1 NSÍ leiðslu.

 

Grein 34 í kappingarreglunum sigur soleiðis:

 

Stk. 2. Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast aðalskrivstovuni, sum ásetur nýggjan dyst.

 

FSF hevur boðað frá, at talan verður um heilt nýggjan dyst. Tað er ikki ásett enn, nær hann verður spældur.

 

FC Suðuroy hevur 7 stig fyri 3 dystir, og NSÍ hevur 6 stig fyri 3 dystir. 

 

5. umfar verður í morgun og sunnudagin

 

Leygardagin 13. apríl

 

KÍ – B36: Leivur Zachariassen kl. 15.00

 

HB – NSÍ: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

AB – Víkingur: Rúni Olsen kl. 15.00

 

B71 – TB: Árni Brandsson Petersen kl. 13.30

 

Sunnudagin 14. apríl

 

FC Suðuroy – FC Hoyvík: Kári J. á Høvdanum kl. 14.45

 

 

 

Støðan

 

AB43011049
B714301869
B364220948
FC Suðuroy3210427
Víkingur42021176
TB4202866
NSÍ3201666
4103483
HB40132111
FC Hoyvík4004190

 

Máltindurin

 

Rani Hansen Víkingur4
Tijani Yakubu B714
Filip í Liða AB3
Marley Blair AB3

Mynd: FC Suðuroy