Fleiri bústaðir, ikki fleiri pengar

- Tað er loysnin á bústaðarkreppuni

 

Húsamarknaðurin er ovhitaður sum er og nú vilja báðir teir stóri andstøðuflokkarnir á tingið, at vit skulu koyra enn meira brenni á bálið.

 

Populistiska loysnin hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, við at geva fólki teira egnu pengar í “gávu” er sum at pissa í buksurnar, tá man er kaldur. Heitt eina løtu, men tíanverri bert stokkutur hiti.

Einasta loysnin er at byggja, byggja og byggja - Tað almenna, bæði land og kommunur noyðast eisini at taka ábyrgd og gera fleiri verkætlanir, sum vanlig fólk hava ráð til.

 

Tórshavnar Kommuna má tora at seta sær hesi mál fyri komandi valskeið

 

Almannagagnligt bústaðarfelag skal setast á stovn, har kommunan skal útvega nógvar góðar leigubústaðir fyri ein lágan kostnað.

Hetta skal vera bæði í býnum og á bygdum og smáplássum

 

Lestrarı́búðir skulu byggjast til bæði næmingar á miðnámi, yrkisútbúgvingum og Fróðskaparsetrinum.

 

Fjølbroyttir eldrabústaðir skulu byggjast í allar kommununi.

 

Samstundis skal eisini stykkjast nógv út til grundstykkir

 

- Hetta er loysnin og hon tekur tíð. Men er í longdini ein munandi betri loysn, enn populistiska loysnin hjá Sambands og Fólkaflokkinum.

 

Brandur í Dali