Flestu føroyingar í Keypmannahavn munnu kenna handilin ICE Food, sum liggur á Amager Strandvej. Í hesum hugnaliga handli ber til at fáa allar møguligar vørur, sum man vanligvís fær í Føroyum, men sum ikki fáast í donskum handlum annars. Tað veri seg eitt nú turran fisk, Typhoo-té, Nøtte, fisk frá Norðfra og føroyskar øl og brennivín.
Umframt tær "føroysku vørurnar", eru eisini hópin av íslendskum vørum. Har er bæði rullupylsa, kjøt, bingokúlur, brennivín og annað gott.
Í farnu viku var íslendska sjónvarpið, RÚV, ein túr forbí og prátaði við eigararnar um hendan handilin.
– Her eru nógvir íslendingar og føroyingar í Danmark, sum eftirspyrja hesar vørur, sigur Óli Gøtuskeggi Marteinsson, sum saman við foreldrum sínum, Marnu og Páll Marteinn rekur handilin.
– Føroyingar eru her dagliga, sigur hann eisini.
Í ICE Food eru tey í holt við at fyrireika til páskini. Tey íslendsku páskareggini eru sera populer – ikki bara hjá børnum, men eisini vaksnum.
Sí innslagið við at trýsta á HER og spola fram til 19:00.
##med2##
##med3##