Tað rakk ikki til ein samlaðan hálvfinalusigur hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í FC Fredericia móti danska superliga-liðnum, Silkeborg, men Fredericia fór út við einum braki.
Aftaná eyðmýkjandi 1-6 tapið fyri Silkeborg í fyrru hálvfinaluna á útivølli vóru vónirnar lítlar hjá Fredericia at vinna seg í steypafinaluni.
Men Mattias og liðfelagarnir megnaðu at halda málið reint og at vinna 2-0 á superliga-liðnum, Silkeborg á heimavølli.
Frederik Carstensen skoraði tvey mál fyri Fredericia fyrstu 26 minuttirnar av dystinum, og so var samlaða støðan 3-6. Men tað eydnaðist ikki at fáa triðja og fjórða málið, ið kundi fingið stóran spenning um úrslitið.
Sambært hagtølunum høvdu bæði Fredericia og Silkeborg tríggjar málroyndir innanfyri málrammurnar.
Mattias og liðfelagarnir kunnu bara iðra seg um, at teir ikki taptu minni á útivølli.
Fredericia kann nú fokusera fult á ovara endaspælið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Komandi sunnudag klokkan 13 tekur Fredericia móti næstfremsta liðnum, Sønderjyske á heimavølli.