Gunnar Reynslág greiðir frá, at hann byrjaði í valstýrinum til løgtingsvalið í november 1974, og at hann helt áfram til kommunuvalið ein mánað seinni – og til kommunuvalið í 1976 varð Gunnar Reynslág biðin um at vera formaður, og tað starvið røkir hann enn. Sostatt hevur hann 50 ára starvsdag í valstýrinum og 48 ára starvsdag sum formaður.
Tá var Argir undir Tórshavnar Uttanbíggjakommunu, sum umframt Argir vóru Hoyvík, Hvítanes og dalarnir, Norðradalur og Syðradalur.
Gunnar Reynslág minnist aftur á, at løgtingsvalið í 1974 var heima í Havn, tí Argir var ikki valstað til Løgting og Fólkating, men ein kunngerð í 1979 góðkendi Argir sum valstað til fólkatingsval. Í 1980 var løgtingsval, og tá var Argir eisisini góðkent sum valstað til løgtingsval – men kommuval hevur altíð verið á Argjum.
Til spurningin um valið er broytt gjøgnum tíðirnar, nevnir Gunnar, at fólkatalið er vaksið nógv. Fyrr vóru um 300-400 fólk á vali, men í dag eru eini 1800 sum hava valrætt – tað búgva um 2.560 fólk á Argjum.
Gunnar Reynslág minnist afturá, tá valið var niðri á Argja skúla, í gamla betongbygninginum, sum liggur niðanfyri Argjavegin, og víðari greiðir hann frá, at valstaðið hevur verið ymsastaðni - eitt skifti var tað í bygninginum niðanfyri Effo støðina, sum Argja kommuna átti, og har Argja kommuna einaferð helt til. Har vóru eini lítil høli, har valið varð hildið.
Men einaferð í 1980’unum flutti valstaðið út í róðrarneystið á Argjum, og vit hava hildið til í róðrarneystinum inntil fyri einum fimm árum síðani, tá vit fluttu niðan á Skúlan á Argjahamri, og har hava øll valini verið, bæði kommunu-, løgtings- og fólkatingsval.
##med2##
Gunnar Reynslág er útbúgvin bankamaður í Sjóvinnubankanum, men eftir fleir ár í bankanum fór hann í starv sum granskorðari hjá Paula Ellefsen. Men Gunnar Reynslág hevur eisini aðrar arbeiðsroyndir m.a. innanfyri shippingvinnuna hjá Faroe Cargo og Flogfelag Føroya.
Eitt stutt tíðarskeið í 1970’unum, var Gunnar skrivari hjá Argja Kommunu, og hann kom í 1982 aftur í starv hjá Argja kommunu, har hann var í 11 ár.
Hóast hálva øld í valstýrinum, so staðfestir Gunnar Reynslág, at mannagongdin við valinum er ikki so nógv broytt hesi árini.